Nøkur fá prosent høvdu ment syðra part av oynni

02.11.2019 - 16:06
InnlendisVinna
Nøkur fá prosent høvdu ment syðra part av oynni
Trý til fýra prosent av føroyska fiskatilfeinginum hevði verið nóg mikið til at ment syðra partin av Suðuroynni, sigur Alex N. Vilhelm:
Vágur.


Trý til fýra prosent av føroyska fiskatilfeinginum hevði verið nóg mikið til at ment syðra partin av Suðuroynni.

Tað hevði havt við sær, at eitt skip kundi komið á fjørðin, og hevði givið nógv arbeiði á landi, sigur Alex N. Vilhelm, stjóri í North Atlantic Seafood í Vági.

Tá kreppan kom í 1990unum, steðgaði mestsum alt virksemi í Vági, og arbeitt var við at fáa gongd á aftur í sunnaru helvt í Suðuroy, sigur Alex N. Vilhelm.

Tað, sum Alex N. Vilhelm vísir á av fiskatilfeingi, so er talan um 3.000 tons av makreli, 2.000 tons av sild og 15-20.000 tons av svartkjafti, sum hann sigur svarar til trý-fýra prosent av fiskatilfeinginum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV