Góðan morgun Føroyar

Varðveita og menna føroyska ulla handverkið
12-11-2019
Verkætlanin Spinnaríið Mona er eitt tiltak, ið skal taka hond um føroysku ullina.

Aðalmálið hjá Monu er at spinna og góðskumenna ullina, so hon kann gerst áhugaverd hjá fleiri at brúka. Samstundis bjóðar Mona inn til eitt spennandi og kreativt umhvørvið, har føroyingar og ferðafólk kunnu koma á gátt, at síggja, læra og uppliva eitt grundleggjandi og søguligt handverk.

Málið við Spinnarínum er eisini, at øll sum koma á gátt fáa eina uppliving og eina ferð í føroyskari mentan og søgu. Í niðaru hæddini er ulla handverkið og í ovaru hæddini báta handverk. Her skal vera høvi at læra, lukta, royna, og sleppa at spæla sær við møguleikum. Eitt livandi hús fyri allar føroyingar og ferðafólk, har tað eisini er hugni, kaffi og ein brellbiti.

Verkætlanin søkti um 200.000 krónur á hópfíggingarportalinum og hesum málinum hava tey longu rokkið. Tí eru tey fegin um, at tey kunnu fara í gongd á várið 2020.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024