Miklagarður við nýggjari gjaldsskipan

22.11.2019 - 21:10
Innlendis›Vinna
Miklagarður við nýggjari gjaldsskipan
Hetta er fyrsta av sínum slag í Føroyum
Johan Ziskason, KT leiðari, og Dánjal Jespersen, samskipari
Mynd: Leivur Thomsen  

Miklagarður í SMS í Havn hevur verið undir umbygging í allan september mánaða. Ein umfatandi broyting er, at handilin hevur fingið nýggja gjaldsskipan, sum ber í sær, at viðskiftafólk sjálv skulu bæði skanna prísírnar á vørunum og gjalda við gjaldskorti.

Hetta er ein skipan, sum hevur virkað í eitt nú Danmark í eina tíð, og nú verður hon so roynd í Miklagarði. Johan Ziskason, KT leiðari og Dánjal Jespersen, samskipari, eru samdir um, at skipanin riggar væl.

- Tað eru eini 27% av viðskiftafólkunum, sum velja at brúka sjálvgreiðsluna, sigur Johan. Spurdur um, hvørt tørvur ikki er á persónligari tænastu, sum eitt fólk við kassan kann veita, svarar Dánjal, at tey hava fingið nýggjar tænastur inni í handlinum, eitt nú við nýggja kaffibrennaríið og mjólka-automatuna. Hoyr innslagið her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392