- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar við Føroyar skot fyri bógvin

Útlendingar, sum ætla sær til Føroya at samráðast við landsstýrið, hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn teir koma hendanvegin.
Tað gera teir, tí teir ivast í, um hesar samráðingar verða í trúnaði ella, um tær verða varpaðar út um allar geilar.
Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir vitjanina hjá kinesiska sendiharranum í Føroyum í heyst.
Sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum skal sendiharrin hava sagt við landsstýrið, at eingin handilssáttmáli verður gjørdur við Føroyar, um Føroyar ikki taka av 5G loysnini hjá Huawei úr Kina.
Hetta kom óvart á band hjá Kringvapinum, sum fekk fútabann fyri at almannakunngera orðini.
Men Berlingske kunngjørdi tey. Og nógv øsing stóðst av tí, ikki bara í Føroyum, men um allan heim.