Óneyðugt at byggja nýtt tjóðleikhús

20.01.2020 - 16:09
ListLeiklist
Óneyðugt at byggja nýtt tjóðleikhús
Bárður Persson, sjónleikari, mælir til at brúka pallarnar, sum eru komnir kring landið

Tað er óneyðugt at byggja eitt stórt, dýrt tjóðleikhús á Skálatrøð í Havn, tí tørvurin kann nøktast á annan hátt.

Tað heldur í øllum førum kendi sjónleikarin, Bárður Persson.

Hann mælir til at hugsa øðrvísi og brúka teir pallar, sum eru komnir kring landið seinastu árini.

Neyðugt við nýggjum hølum

Barbara Hentze í Stórustovu, forkvinna í Leikarafelag Føroya, sigur í stuttari viðmerking, at tað er alneyðugt við nýggjum hølum, sum eru bygd til leiklist.

Hølisumstøðurnar á Meiarínum eru vánaligar og tað gongur út yvir trygd og trivna og avmarkar eisini, hvussu leiklistin fær ment seg. 

Viðvíkjandi tí, at nokk av hølum og ‘pallum’ eru bygdir seinastu árini, so er tað eingin loysn. Hesi høli eru ikki bygd til leiklist og tað, ið leiklistin krevur. Hartil ber ikki til hjá leiklistini at leiga hesi høli í langa tíð, tí tey eru bygd til onnur endamál.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297