Brexit: Fleiri arbeiðsbólkar settir

03.02.2020 - 09:38
InnlendisPolitikkur
Brexit: Fleiri arbeiðsbólkar settir
Ætlanin er at fáa fleiri avtalur í lag millum Føroyar og Bretland, áðrenn skiftistíðin hjá Bretlandi fer á nýggjárinum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Jenis av Rana er landsstýrismaður í uttanríkismálum

Uttanríkisráðið hevur sett fleiri arbeiðsbólkar, sum skulu arbeiða við at fáa avtalur í lag, áðrenn skiftistíðin hjá Bretlandi er av á nýggjárinum.

Viðurskiftini hjá føroyskum lesandi í Bretlandi, møguleikin hjá føroyingum at koyra bil í Bretlandi, møguleikin hjá føroyingum at arbeiða í Bretlandi og hjá bretum at arbeiða í Føroyum, eru nøkur av viðurskiftunum millum Føroyar og Bretland, sum eru ógreið. 

Tí higartil hava føroysir borgarar havt síni rættindi í Bretlandi gjøgnum ES-skipanina.

Fyri at fáa greiði á hesum viðurskiftum, hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, givið nøkrum fólkum í Uttanríkisráðnum til uppgávu at fylgja við og at samráðast við bretar um viðurskiftini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401