Mentamálaráðið mælti frá at fara á námsferð

bannari
06.03.2020 - 14:47
InnlendisSamfelag
Mentamálaráðið mælti frá at fara á námsferð
Landsstýrismaðurin sigur, at bæði námsfrøðilig og heilsulig atlit vórðu viðgjørd
Námsferðin hjá næmingum á Glasi er avlýst
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Mentamálaráðið mælti seint í gjárkvøldið rektaranum á Glasi til at avlýsa námsferðirnar til París.

Tað varð gjørt, eftir at danska uttanríkiráðið hevði hert tilráðingina um at ferðast til Fraklands.

Ein flokkur á 3. ári og allir flokkar á 2. ári á gymnasialum miðnámi á Glasi skuldu eftir ætlan flúgva til París fyrrapartin í dag. Við lærarum taldi ferðaliðið um 300 fólk.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sigur, at bæði námsfrøðilig og heilsulig atlit vórðu viðgjørd.

Uttanríkis- og mentamálaráðið mælir skúlum og ítróttarfeløgum, sum skulu ferðast, um at halda seg til ferðatilráðingarnar hjá danska uttanríkisráðnum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444