Smyril fær ikki siglt, sum hann skal

23.03.2020 - 10:46
Innlendis›Samfelag
Smyril fær ikki siglt, sum hann skal
Brek er við teknisku útgerðini hjá Smyrli, og tí fær skipið ikki siglt, sum tað skal

Smyril fær ikki siglt, sum hann skal, tí brek er við teknisku útgerðini.

Hann fór ikki av Krambatanga fyrr enn klokkan hálvgum átta í morgun, og Smyril er eisini seinkaður, tí hann hann siglir við minni ferð, enn hann skuldi gjørt.

Og tí fór hann heldur ikki suður aftur á Krambatanga klokkan 10, sum hann annars skuldi.

Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at tað tekur tíð at bíleggja lutirnar til at umvæla brekið, og koronastøðan ger tað trupult at fáa lutir til landið. Í ringasta føri kann tað vera, at neyðugu lutirnir ikki koma til landið fyrr enn síðst í hesum mánaðinum.

Hann leggur afturat, at Smyril helst siglir av aftur Havnini kl. 17.00 seinnapartin í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541