Hava tamarhald á sjúkuni

bannari
05.04.2020 - 14:40
AktueltHeilsa
Hava tamarhald á sjúkuni
Um neyðug atlit verða tikin, so ber til at byrja at lata partar av samfelagnum uppaftur, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni
Vit kenna smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

Tak niður

Avmarkaða talið av nýggjum sjúkum síðstu vikuna bendir á, at tamarhald er á Korona-sjúkuni. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslænki, nú eingin persónur er smittaður síðstu døgnið.

- Vit halda í løtuni, at tamarhald er á støðuni. Vit kenna ikki til nøkur myrkatøl, og vit hava ongar nýggjar tilburðir, sum koma óvart á okkum. Talan er alt um fólk, ið vit hava á ein ellan annan hátt vita hvussu tey eru smittað. So vit kenna smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Og tað, at heilsumyndugleikarnir kenna smittuketurnar, er ein ábending um, at tað møguliga hevur eydnast at steðga farsóttini, ið byrjaði at gera um seg her á landi fyri nøkrum vikum síðan, sigur landslæknin.

- Tað vísir í øllum førum, at eingin aktiv smittuspjaðing er í føroyskum samfelagnum í løtuni. Kanska er farsóttin, ið vit høvdu miðskeiðis í mars, um at doyggja, sigur Lars Fodgaard Møller.

Landsstýrið skal í vikuni taka støðu til, um tíðin er búgvin at lata partar av samfelagnum upp aftur. Og sambært landslæknanum eru fortreytirnar til staðar, men mælir hann kortini til varsemi.

- Í løtuni eru umstøðurnar fyri tí, tí so fá nýggj verða smittað. Síðstu seks dagarnar hevur tað í mesta lagi verið fýra nýggj smittaði innan eitt døgn. So beint nú er møguleiki fyri at lata upp í samfelagnum, men tað má gerast spakuligt, so vit kunnu fylgja gongdini. Tí fylgjurnar av at lata samfelagið upp síggja vit fyrsr um átta dagar. Tað er fyrst tá vit síggja, um tað verða fleiri smittaði, sigur landslæknin.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
LEITISSTEIN 01.06.2020 (Goes Gospel)
109628
Týsdag 2. juni
Breddin
109627
Týsdag 2. juni
Nón 2. juni 2020
109621
Týsdag 2. juni
Tempo: Rasisma
109614
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558