Funnu tey smittaðu av tilvild

bannari
26.04.2020 - 13:31
Innlendis›Heilsa
Funnu tey smittaðu av tilvild
- Bert ein av sjey hevði sjúkutekin, og hini vóru tilvildarliga til regluliga kanning hjá sínum egna lækna, sigur landslæknin

Tey sjey fólkini, sum eru staðfest smittað við korona fyri aðru ferð, vórðu funnin av tilvild, tá tey vóru til regluliga kanning hjá sínum kommunulækna. Tað sigur Lars Foedgaard Møller, landslækni, í dag.
 
Bert ein teirra hevði sjúkutekin, meðan hini eingi sjúkutekin høvdu. Landslæknin sigur, at tað neyvan er neyðugt at lata allar føroyingar, sum hava havt korona, kannað aftur. Orsøkin er, at tey sjey, sum hava fingið staðfest korona tvær ferðir, ikki hava smittað nakran í sínum nærumhvørvi, og tí heldur landslæknin ikki, at tey eru smittað umaftur, men bert, at sjúkan enn kann mátast í kroppinum.
 
- Um so var, at allir føroyingar, sum hava havt korona, enn eru sjúk og kunnu smittað onnur, ella at tey sjey eru smittað umaftur í samfelagnum, so høvdu vit sæð tað í tølunum, sigur Lars Foedgaard Møller.
 
Hoyr samrøðu frá útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin undir myndini.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040