Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um seinna heimskríggj (1:3)
27-04-2020
Í mai verða 75 ár síðani seinni veraldarbardagi endaði, og tosað verður við fólk, ið minnast kríggið og við søgufrøðing, ið lýsir kríggið

Nes í Eysturoy hevði stóran týdning fyri at verja Skálafjørðin, ið varð mettur sum týdningarmesti fjørður í Føroyum. Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, endurreisir í hesum døgum kanónskýli frá krígnum. Bretar høvdu tvær stórar kanónir á Nesi og onnur stendur uppi.

 

Søgufrøðingurin Jon S. Hansen í Miðvági hevur havt serligan áhuga fyri seinna veraldarbardaga og hevur granskað í honum. Hann hevur eisini skrivað eina masterritgerð um evnið. Í sendingini greiðir hann frá, hví Føroyar vóru so áhugaverdar í krígnum og frá gongdini í krígnum.

 

Omanfyri og sunnanfyri kanónina á Nesi búgva systkinabørnini Margith Joensen, sum er 90 ár, og Mejnhardt Hansen, sum er 93 ár. Tey greiða frá ymsum minnum frá árunum saman við bretsku hermonnunum. M.a. at tey vóru í biograf, tá farmaskipið Carolina Thorden varð bumbað í Nólsoyarfirði.

 

Í Gerðinum á Nesi er eitt morshús við einum serligum minni frá krígnum. Tað er ein málningur, sum ein bretskur hermaður hevur málað á veggin og hann er óbroyttur. Oleif Gerðisá greiðir frá.

 

95 ára gamli Heri Mohr í Havn var úti á gamla molanum í Havn saman við skúlafeløgum og læraranum Hans Andriasi Djurhuus, tá bretar komu á Havnina í 1940. Heri sigur frá ymsum krígsminnum og stóru broytingunum í høvuðsstaðnum. <

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026
Nú Skúlin á Trøðni fyllir hálvthundrað ár, hava ongantíð so nógvir næmingar gingið í Skúlanum á Trøðni sum nú. Nú eru teir 72 næmingar í tali
23-03-2026
Tað er hugnaligt at vitja í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, og teimum dáma væl at fáa gestir, tí teir eru altíð klárir til eitt prát
16-03-2026
Tilsamans 16 ymiskar standmyndir eru í Klaksvík, og Rani Nolsøe, ferðaleiðari, hevur gjørt túrar við fólki millum standmyndirnar. Í dag er hann túr við okkum og greiðir frá
09-03-2026
Á Fróðskaparsetri Føroya, okkara universiteti, hendir so mikið nógv dagliga, at túrurin har bleiv í trimum pørtum. Her er triði og seinasti partur.
16-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya hevur nógv jørn í eldinum, samstundis sum eitt Kampus til Setrið verður fyrireikað á Frælsinum í Havn
09-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur 60 ár á baki, hevur nú 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og umleið 170 starvsfólk
02-02-2026
Eisini býlingurin í Krotugrøvini í Klaksvík hevur sína søgu. Hann er uppkallaður eftir virksemi hjá Gamla Klaksvíkshandli
26-01-2026
Fjallatúrur stytsta dag í árinum hevur verið fastur táttur hesi seinastu árini, og ongantíð hava so nógv fólk verið við sum hesaferð. Tey vóru omanfyri hundrað í tali
19-01-2026
Jól eru í hondum og nógv í samfelagnum er merkt av tí. Tað er túrurin í dag eisini. Vit eru ikki sum vanligt í einum ávísum staði, men hoyra um jólafyrireiking ymsa staðni
15-12-2025
Áhugavert at vera saman við aktivitetstoyminum í Tórshavnar Kommunu og hoyra um teirra virksemi fyri búfólkunum á teimum ymsu heimunum
08-12-2025
Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava havt úr at gera síðani teir lótu Tvøroyrar Skjalasavn upp og bjóðaðu øllum at koma við tilfari
01-12-2025