Tveir metra frástøðan skal broytast

bannari
03.05.2020 - 18:37
InnlendisPolitikkur
Tveir metra frástøðan skal broytast
Jenis av Rana er farin í hernað móti almenna tilmælinum um tveir metra frástøðu. Soleiðis fáast fleiri næmingar innaftur í fólkaskúlan, sigur hann.
-Tilmælið um tveir metra frástøðu gevur ikki longur meining, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

Á tíðindafundi hósdagin boðaði løgmaður frá næsta stignum at lata samfelagið uppaftur. Sambært hesi ætlan fara 4. flokkarnir kring landið aftur í skúla í morgin, eina viku seinni fara 5. flokkarnir og 18. mai fara 9. flokkarnir kring landið aftur í skúla. Samstundis var greitt, at tey í sætta, sjeynda, áttanda og tígginda flokki fyribils ongi útlit hava fyri at sleppa innaftur í eina skúlastovu fyri summarfrítíðina, men mugu framhaldandi dúva uppá fjarundirvísing. 

Á sama tíðindafundi boðaði Bárður Nielsen frá, at "frástøðan upp á tveir metrar verður varðveitt."

Men Jenis av Rana hevur eina aðra áskoðan.

-Vit skulu hava hinar flokkarnar innaftur í fólkaskúlan, skjótast tilber, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.

Jenis av Rana, sum umframt at vera politikari eisini er kommunulækni, vil eisini hava eina uppgerð við tilmælið um at halda tveir metra frástøðu.

-Tilmælið gav meining fyrstu vikurnar, men í dag finna vit ikki smittuna í samfelagnum. Vit skulu halda fast um reinføri, men eingin orsøk er at krevja tveir metra frástøðu, sigur Jenis av Rana.

Eftir hansara tykki er grundarlagið undir tilmælinum burtur, nú reinføri er blivið nógv betri og koronasmittan at kalla er burtur úr samfelagnum.

-Tilmælið um tveir metra frástøður krevur, at vit skulu innrætta okkara samfelag heilt av nýggjum. Allir okkara bygningar, til dømis skúlarnir, verða ov lítlir til okkara næmingar. Tað gevur ikki meining meira, sigur Jenis av Rana, sum vil hava politisku linjuna hjá landsstýrinum viðgjørda á samgongufundi, sum verður seinnapartin í morgin.

-Kósin má broytast, so vit fáa okkara samfelag at virka aftur, sigur Jenis av Rana.

Hoyr eina longri samrøðu við Jenis av Rana við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444