Vælveruhús sett kílar í býráðsmeirilutan í Havn

31.05.2020 - 10:21
InnlendisPolitikkur
Vælveruhús sett kílar í býráðsmeirilutan í Havn
Òsemja er í býráðsmeirilutanum um at geva Gist og Vist loyvi at byggja vælveruhús framman fyri Hotell Føroyar. Húsið kemur inn um skógarfriðað mark.

Býráðsmeirilutin í Havn syndraðist hóskvøldið, tá býráðið skuldi viðgera umsóknina hjá Gist og Vist um at sleppa at byggja vælveruhús frammanfyri Hotell Føroyum.

Orsøkin er, at helvtin av vælveruhúsinum fer út um mark - inn á skógarfriðaða økið við viðarlundina í Kerjum.

Myndir: Soleiðis sær umstrídda vælveruhúsið út

Marin Katrina Frýdal, forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini, vil ikki hoyra talan um, at 220 fermetrar av friðaða økinum skuluvíkja fyri vælveruhúsinum.

Mist meirilutan

Men hon hevur ikki meirilutan við sær.

Tí bæði Bogi Andreasen úr Fólkaflokkinum og Bergunn Kass úr Framsókn atkvøddu fyri - saman við minnilutanum.

Annika Olsen, borgarstjóri, og Jákup Dam úr Tjóðveldi atkvøddu blankt.

Bogi Andreasen heldur ikki, at vælveruhúsið oyðileggur nakað. Tvørtur ímóti kunnu vælveruhúsið og viðarlundin komplimentera hvørt annað, heldur hann.

Friðingarmyndugleikar hava sagt ja

Nú skulu friðingarmyndugleikarnir viðgera, um friðaða økið kann broytast og loyvi skal gevast at byggja har.

Okkurt bendir á, at myndugleikarnir geva grønt ljós. Tí tað gjørdu teir í 2017, tá sama Gist og Vist bað um sama stykki. Einasti munurin var virksemið inni í húsinum, sum tá skuldi vera matstova hjá Koks. Hendan ætlanin varð seinni slept, tí Koks flutti til Leynar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537