- Nú sleppa øll at lata skeivar sjálvuppgávur inn

03.06.2020 - 10:15
InnlendisPengar
- Nú sleppa øll at lata skeivar sjálvuppgávur inn
- Eg undrist yvir, at fútin er so vísur í, at tað ikki er revsivert at lata so nógvar skeivar sjálvuppgávur inn, sigur Jan Lamhauge, journalistur.

Siðsta orðið tykist vera sagt í Skattamálinum.

Fútin hevur slept málinum um møguliga skattafrádráttin, tí so nógv ivamál í málinum. Ein grundgeving er, at tað kann hava verið torført hjá Eik at vita, hvussu bankin skal fyrihalda seg við sjálvuppgávuni, tá sjálvt grannskoðarar eru á ymiskum máli.

Ein onnur grundgeving er, at so nógv ivamál altíð koma tí ákærda til góðar.

Politiið gevst at kanna málið um Betri

Jan undrast

Men spyrst tú Jan Lamhauge, journalist, sum hevur arbeitt nógv við málinum - bæði í Degi og Viku og tveimum sjónvarpssendingum og síðani í bók - so er avgerðin hjá fútanum undarlig.

 - Eg undrist yvir, at fútin er so vísur í, at tað ikki er revsivert at lata so nógvar skeivar sjálvuppgávur inn, sigur Jan Lamhauge, sum heldur, at fútin í minsta lagi átti at latið eitt so prinsipielt mál viðari til rættarskipanina at taka støðu til.

Avgerðin skapar fordømi

Hann heldur, at avgerðin at sleppa málinum kann skapar fordømi.

 - Eg gangi út frá, at nú hava øll í Føroyum trý skot í byrsuni, tá tú gert sjálvuppgávur, sigur Jan Lamhauge og sipar til, at bankin heilar tríggjar ferðir rættaði uppgávuna.

Triðja ferðin var enntá, eftir at ein triði partur hevði gjørt vart við skeivleikar í roknskapinum.

Fútin ger greitt í skrivinum í gjár, at hann ikki ger fleiri viðmerkingar til málið enn tað, sum stendur í skrivinum.

N.B. Finnur Koba, sum ger samrøðuna, og Jan Lamhauge, journalistur, kennast væl frá starvstíðini í Kringvarpinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887