- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Skilji væl tað er leingi at bíða

Tá ið ein kvinna gjørdist bráðfeingissjúk í Nólsoy í gjár, kendist tað sera leingi hjá fólki á staðnum at bíða eftir hjálp frá tyrlu ella bjargingarbáti. Tí tað tók upp ímóti 45 minuttum at fáa hjálp.
Tummas í Garði, læknastjóri sigur, at í gjár var støðan tann, at alarmsentralurin ikki fekk fatur aftur á fólkunum í Nólsoy, og tí varð neyðugt at ringja til tilbúgvingarfólk í oynni fyri at fáa lýst tørvin á hjálp.
– Tað eigur ikki at taka longri enn 30 minuttir við tyrluni, tí í avtaluni við tyrlutænastuna stendur, at tey lova at vera á staðnum innan 30 minuttir, sigur Tummas í Garði, læknastjóri.
Men tað er ikki altíð so einfalt, tí fólk sita ikki og bíða umborð á bjargingarbátum ella á tyrlunum, og tí kann tað taka longri at koma á staðið, enn teir minuttirnar tað tekur at sigla ella flúgva til Nólsoyar. Men kortini eigur tað ikki taka longri enn 30 minuttir, sigur læknastjórin.
Hoyr samrøðu við Tummas í Garði við at trýst á pílin undir myndini.