Helgi vil finna pengarnar til Trom

27.06.2020 - 17:48
InnlendisPolitikkur
Helgi vil finna pengarnar til Trom
-Málið verður tikið upp á landsstýrisfundi týsdagin, so pengarnir vónandi kunnu játtast á eykajáttanarlógini í heyst, sigur Helgi Abrahamsen.

Í løgtinginum í gjár royndu andstøðuflokkarnir at fáa 17 undirskriftir fyri at sleppa at leggja eitt uppskot fram, sum skal tryggja, at upptøkurnar til Trom verða gjørdar í Føroyum. Men tað eydnaðist ikki.

Stigtakararnir til filmsverkætlanina boðaðu í vikuni frá, at um fýra milliónir krónur í afturberingarstuðli ikki fáast úr Føroyum, so verða upptøkurnar til krimirøðina gjørdar í Íslandi ístaðin.

Landsstýrismaðurin við ábyrgd av føroysku filmsvinnuni vissar tó um, at hann ikki hevur ligið sjóvarfallið av sær:

-Og eg fari at gera mítt til at finna neyðugu pengarnar, sigur Helgi Abrahamsen.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer nú at biðja samgonguna um pengar til filmsverkætlanin Trom.

-Málið er at fáa pengarnar við á eykajáttan í heyst, sigur Helgi Abrahamsen, sum fer at taka málið upp á landsstýrisfundi týsdagin.

Sambært stigtakarunum er tørvur á fýra milliónum krónum í afturberingarstuðli, fyri at krimirøðin skal kunna filmast í Føroyum, og ikki í Íslandi, har hesin stuðul longu er tøkur.

Í lesarabrævi í kvøld mælir Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, til, at Kommunufelagið, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið skjótast gjørligt seta seg saman fyri at finna neyðugu fíggingina. Og Runavíkar Kommuna er sinnað at stuðla fíggjarliga, skrivar borgarstjórin.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847