– Eg mátti heita á fólk um at lata seg kanna

bannari
27.06.2020 - 18:29
InnlendisSamfelag
– Eg mátti heita á fólk um at lata seg kanna
Uttan neyðugu heimildina kundi Pál Weihe bara mæla ferðandi til at lata seg kanna. 125 fólk játtaðu, meðan seks fólk søgdu nei tak
Pál Weihe, yvirlækni og leiðari fyri Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, hevur ábyrgd av tvungnu koronakanningunum, sum nú skulu gerast av øllum ferðandi í Vágum

Dátueftirlitið hevði ikki góðkent avtaluna millum Heilsumálaráðið og smápartafelagið Thetis, tá fyrsta flogfarið í dag lendi í Vágum klokkan 13:54.

Tað var annars hósdagin 18. juni, at landsstýrið boðaði frá, at frá í dag at rokna skulu øll ferðandi til Føroya kannast fyri koronusmmittuna. 

Uttan neyðugu heimildina kundi Pál Weihe, læknafakligur ábyrgdarpersónur fyri korona-kanningarnar, tí bara heita á ferðadi við seinnapartsflogfarinum um at lata seg kanna fyri korona. Tey ferðandi noyddust at skriva undir, at tey vilja lata seg kanna sjálvboðin, og tað elvdi til nakað av bíðitíð.

Sambært Pál Weihe vórðu 125 koronakanningar gjørdar av ferðandi við seinnapartsflogfarinum. Seks fólk vildu ikki lata seg kanna, eitt nú tí at tey mettu seg kunna vísa á eina nýggja koronakanning.

Í prinsippinum veit eg ikki, um hesi seks fólkini eru smittað við korona, viðgongur Pál Weihe, sum tó vónar tað besta.

Tey 125 fólkini, sum vórðu kannað í Vágum seinnapartin, fáa væntandi svar í kvøld.

Seint seinnapartin góðkendi Dátueftirlitið avtaluna millum Heilsumálaráðið og sp/f Thetis, og tí er tvungna skipanin, har øll ferðandi skulu kannast, nú farin at virka.

Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Enn er ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dato.

Hoyr samrøðu við Pál Weihe við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221