Skulu fáa javnvág í raksturin hjá Heilsutrygd

28.06.2020 - 16:14
InnlendisPolitikkur
Skulu fáa javnvág í raksturin hjá Heilsutrygd
Heilsutrygd hevur fingið næstan fjúrtan milliónir krónur í eykajáttan, so verandi virksemi kann halda fram. Fíggjarstøðan er ikki haldbar.

Stórur útreiðsluvøkstur hevur verið seinastu árini.

Orsøkin til vøksturin í útreiðslunum er fólkavøkstur og fleiri kommunulæknaviðtalur. 

Frá januar í 2014 til januar í 2020 er fólkatalið vaksið við nærum 4.000 fólkum, harav 1.100 eru eldri enn 67 ár.

Hetta økir um talið á veitingum sum heild, og talið á kommunulæknaviðtalum er eisini økt.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er farin undir at kanna, hvussu javnvág kann fáast í raksturin hjá Heilsutrygd.

Ein møguleiki er at prístalsjavna - og harvið hækka - inngjaldið frá fólki.

Ein annar møguleiki er at lækka stuðulin, sum fólk fáa fyri heilivág og læknaviðgerð.

Gjaldið til heilsutrygd hevur seinastu 10 árini verið 175 krónur, umframt 0,6 prosent av skattskyldugu inntøkuni.

Landsstýrismaðurin sigur, at brúkaragjøld verða undir ongum umstøðum partur av skipanini.

Sum støðan er nú, er ætlanin at gera broytingar til fíggjarlógina fyri næsta ár, sum skal leggjast fyri Løgtingið fyri 1. oktober.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902