Altjóða loysn má finnast fyri sjómenn

bannari
17.07.2020 - 10:28
InnlendisVinna
Altjóða loysn má finnast fyri sjómenn
Tað heldur Conrad Gaard Joensen, sum sunnudagin sleppur heim, eftir at hava verið fangaður á sjónum í meira enn eitt hálvt ár orsakað av koronu
Lagið var gott, tá farið varð í land av Laprouse eftir meira enn hálvt ár umborð
Mynd: Privat mynd  

Myndugleikarnir mugu í felag finna eina altjóða loysn fyri viðurskiftini hjá sjómonnum í sambandi við korona.

Tað heldur Conrad Gaard Joensen, sum 11. januar fór við danska tangaskipinum Laprouse hjá DS Norden og skuldi vera burtur í átta vikur. Nú meira enn hálvt ár seinni, roknar hann við at koma heim sunnudagin.

Conrad Gaard Joensen kom í land í suðurkoreanska býnum Jusu í gjár. Hann er maskinmeistari umborð á tangaskipinum Laprouse hjá DS Norden.

Meira verður at frætta um hetta evnið í útvarpstíðindunum klokkan 12:20.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860