Russiskur sjómaður innlagdur við koronu

24.07.2020 - 14:47
Innlendis›Samfelag
Russiskur sjómaður innlagdur við koronu
Ein russiskur sjómaður er innlagdur á Landssjúkrahúsinum, tí hann hevur fingið staðfest koronu.
Tey trý russisku skipini, sum liggja við bryggju í Ánunum

Hann var innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús í gjár við lungnabruna, og á middegi í dag varð staðfest, at hann er smittaður við koronu.

Manningin umborð á trolaranum hevur - sambært landslæknanum - ikki verið í landi.

Hinvegin hava tríggir føroyingar verið umborð á russiska trolaranum, sum hevur verið í Klaksvík seinastu dagarnar.

Teir tríggir føroyingarnir eru kannaðir fyri koronu og hava avrátt við sín arbeiðsgevara at fara fyribils í heimauppihald.

Tvey starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsið eru farin í sóttarhald.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672