Korona hevur ikki breitt seg á sjúklingahotellinum

26.07.2020 - 14:49
Innlendis›Heilsa
Korona hevur ikki breitt seg á sjúklingahotellinum
Fyrstu kanningarúrslitini á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn vísa, at koronasmittan hevur ikki breitt seg.

Fríggjadagin var koronasmittan staðfest á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Ein avvarðandi, sum hevur verið á sjúklingahotellinum í vikuni, kannaði seg fyri koronu mikudagin.

Og fríggjadagin komu boðini um, at hon hevði koronu.

Síðan eru øll, sum eru og hava verið á sjúklingahotellinum, kannaði fyri koronu.

Kanna aftur seinni

Koronasmittan er lúmsk, tí hon kann bróta út seinni.

Tí verða øll á sjúklingahotellinum kannaði aftur um nakrar dagar.

Eisini verða leiðreglurnar á sjúklingahotellinum herdar.

Leiðreglurnar og mannagongdirnar hava verið ymiskar seinastu mánaðirnar.

Nú verður aftur umhugsað at kanna øll, sum koma til Danmarkar á sjúklingahotellið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672