– Eg havi pínu og bløðing hvønn dag

12.08.2020 - 14:35
InnlendisHeilsa
– Eg havi pínu og bløðing hvønn dag
Kvinnusjúkan endometriosa hevur við sær, at 25 ára gamla Elsa í Áarstovu noyðist at vera pínudekkað alt samdøgrið

Elsa í Áarstovu hevur kroniska pínu og hevur havt kroniska bløðing í tvey og eitt hálvt ár. Hon hevur kvinnusjúkuna endometriosa.

- Fyri at kunnu fungera, noyðist eg at vera pínudekkað alt samdøgrið. Men vegurin til at fáa pínulinnandi alt samdøgrið hevur verið langur, sigur Elsa í Áarstovu, sum í áleið 10 ár hevur roynt at leita sær hjálp fyri kronisku pínuna. 

Endometriosa er, tá slimhindan, ið eigur at vera á innara síðuni á lívmóðurholuni er á øðrum stað.

Sjúkan merkist serliga, tá kvinnur hava menstratión. Tá bløða tær ikki bara frá slímhinduni inni í lívmóðurini, men eisini frá slímhinduni, sum er úti í búkholuni.

Endometriosa hevur nógv hjáárin við sær. Serliga er talan um nógva pínu.

Ein út av tíggju kvinnum hava sjúkuna, og vanligt er, kvinnurnar bíða í áleið sjey til 10 ár fyri at fáa staðfest sjúkuna. 

Elsa í Áarstovu hevur kent seg einsamalla, og tí hevur hon valt at tosa opið um sjúkuna á instagram. Sí brúkaran her.

- Av tí at talan er um undirlív og menstratión, eru tað fleiri, ið halda, at tað er flóvisligt at snakka um. Hetta vil eg gera upp, sigur Elas í Áarstovu. 

Hoyr Summartímin mikudagin 12. august

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012