Krani koppaði á Óðinshædd

13.08.2020 - 13:10
InnlendisSamfelag
Krani koppaði á Óðinshædd
Kranin og undrlendið vórðu góðkend, áðrenn kranin varð reistur
Kranin datt niður á eini grannahús, men tey fingu ikki stórvegis skaða

Einki fólk fekk skaða, tá ein byggikrani fyrrapartin koppaði á Óðinshædd í Havn, har Bústaðir byggja nýggjar íbúðir.

Kranin er 31 metrar langur, og tað er Húsavarðartænastan, sum byggir íbúðirnar.

Húsavarðartænastan eigur byggikranan, sum er frá 2016. Hann hevur staðið á trimum øðrum byggiplássum, áðrenn hann varð reistur á Óðinshædd.

Kranin, undirlendið og alt annað varð góðkent, áðrenn farið varð at reisa kranan, sigur Regin Petersen, stjóri í Húsavarðartænastuni.

Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537