Eitt starvsfólk á KOKS hevur koronu

16.08.2020 - 13:49
Innlendis
Eitt starvsfólk á KOKS hevur koronu
Eitt starvsfólk á matstovuni KOKS fekk í gjár staðfest koronu, og tí verður KOKS stongt næstu tvær vikurnar

Næstan allur starvsfólkahópurin hjá KOKS er í sóttarhaldi, tí eitt starvsfólk fekk staðfest koronu í gjár.

KOKS er tí stongt komandi tvær vikurnar, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS.

Tey hava boðað gestum frá og royna at umbóka so nógv, sum tey kunnu, men fleiri eru útlendingar, sum ikki kunnu umbókast.

- Tey skilja tað øll og eru hørm um støðuna okkara vegna, sigur Poul Andrias Ziska.

KOKS lat ongantíð upp sum ætlað í gjárkvøldið, tí tey fingu boðini um morgunin

Poul Andrias Ziska er ikki bilsin, tí so nógv hava antin verið smittað ella ávirkað seinastu tíðina.

- Tað er sjálvandi harmiligt, men einki yvirraskar meg meira, hetta er ein so løgin tíð, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040