Vil hava loftbrúgv til Russlands

bannari
24.08.2020 - 15:06
Innlendis›Heilsa
Vil hava loftbrúgv til Russlands
Landslæknin mælir til, at manninign umborð á Yantarnyy verður flutt til Russlands
Russiski trolarin Yantarnyy við bryggju á Oyrareingjum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

29 nýggir smittutilburðir eru staðfestir umborð á russkiskum trolaranum Yantarnyy, sum í gjár kom á Kollafjørð. Heilsustøðan hjá tveimum teirra var so mikið vánalig, at teir blivu fluttir á sjúkrahúsi í gjárkvøldið. 

Talan er um sama trolara, sum eisini lá við bryggju við Ánirnar í juli, og sum tá noktaði myndugleikunum at kanna manningina fyri korona. 

Men hesaferð settu umboðsmaðurin fyri skipið seg í samband  við føroyskar myndugleikar, áðrenn skipið legði at landi, upplýsir Michael Boolsen, fúti.

Kreppuráðið skal á fund um hvat skal gerast við skipið og manningina í dag, men við útvarpið á middegi segði Lars Fodgaard Møller, at hann mælir til, at manningin verður flutt aftur til Russlands. 


G.G. Í samrøðuni varð sagt, at 28 vóru smittað, men tað er síðani broytt til 29

og tað er kreppuráðið sum skal hittast at viðgerða støðuna og ikki farsóttarnevdnin sum sagt var í innslagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672