Ætla at kanna 1400 fólk á Glasi í dag

bannari
21.09.2020 - 13:16
InnlendisHeilsa
Ætla at kanna 1400 fólk á Glasi í dag
Eingin av teimum, sum varð kannaður í gjár, er smittaður
Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi. Øll starvsfólk, næmingar og lærarar á Glasi verða í løtuni kannað fyri koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Eingin skúlagongd er á Glasi í dag í sambandi við nýggjastu smittutilburðirnar, sum eru staðfestir í Havn.

293 fólk vórðu kannað á skúlanum í gjárkvøldið, og úrslitið vísir, at eingin er smittaður.

Í dag verða 1400 fólk kannað á Glasi, og gongst sum ætlað, verða allar kanningarnar lidnar seinnapartin, sigur rektarin.

Hoyr samrøðu við Steinbjørn Hardlei, rektara, í úitvarpstíðindunum.

Á Skúlanum á Fløtum vórðu 15 starvsfólk og umleið 100 næmingar kannað í gjárkvøldið. Tað eru tey, sum hava sína gongd á ítróttarrásini, og sum húsast í FSF-húsinum í Gundadali.

Í Býlingshúsinum í Norðastahorni vóru øll børn og starvsfólk eisini kannað í gjár.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444