Læraraútbúgvin ov eintáttað

02.10.2020 - 14:41
InnlendisSamfelag
Læraraútbúgvin ov eintáttað
Skúlastjóri mælir til at endurskoða útbúgvingina, sum nú hevur 150 ár á baki
Í 2008 var læraraútbúgvingin løgd um at vera bachelorútbúgving undir Fróðskaparsetrinum

- Læraraútbúgvingin er ov eintáttað, og starvsvenjingin hjá lærarum er ov stutt.

Tað sigur Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Hann sigur, at tað kemur meira enn so fyri, at nýklaktir lærarar bera seg undan at undirvísa í ávísum lærugreinum.

Læraralesandi eiga at fáa eina breiðari útbúgving, heldur Høgni Joensen.

Læraraútbúgvingin hevur í ár 150 ár á baki.

Í 2008 var læraraútbúgvingin løgd um at vera bachelorútbúgving undir Fróðskaparsetrinum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444