TAKS-stjórin: Allarhelst talan um hvítting

28.10.2020 - 19:00
Innlendis112
TAKS-stjórin: Allarhelst talan um hvítting
Tollvaldið hevur ongantíð lagt hald á eina so stóra upphædd fyrr, sum tá tveir útlendingar vóru á veg av landinum við 100.000 evrum í viðførinum

Í gjár vóru tveir útlendingar, sum búgva í Føroyum, steðgaðir í Vága Floghavn við góðum 100.000 evrum í viðførinum, tað er umleið 800.000 krónur.

Tað er nærliggjandi at halda, at talan er um hvítting, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. Sambært tolllógini, hevur tollvaldið eftirlit við tøkum peningi, sum er í sendingum.

Tað vil siga, at løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum senda tøkan pening samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, skulu boða tollvaldinum frá í seinasta lagi, tá sendingin kemur inn í føroyska tolløkið ella fer úr føroyska tolløkinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444