Fyrsta skotið latið av í dag

05.11.2020 - 13:08
InnlendisSamfelag
Fyrsta skotið latið av í dag
Við verandi játtan fer tað at taka umleið 10 ár at gera Dalstunnilin lidnan
Fyrsta skotið er latið av, men verða ikki fleiri pengar játtaðir, kunnu ganga 10 ár, áðrenn Dalstunnilin er liðugur

85 ára gamla Vilhelmina Larsen læt fyrsta skotið av í Dalstunlinum fyrrapartin.

Á hátíðarhaldinum aftaná ávaraði Landsverk um, at við verandi játtan upp á níggju milliónir kr. um árið, kann tað taka umleið 10 milliónir kr. at gera tunnilin lidnan.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur seg vera sinnaðan at leita eftir meira peningi, men hann lovar einki.

Hoyr samrøðu, sum Sólvit E. Nolsø gjørdi við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV