Føroyingar fáa CPR-nummar

13.11.2020 - 13:42
InnlendisPolitikkur
Føroyingar fáa CPR-nummar
Allir flokkar uttan Tjóðveldi taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum
Stór undirtøka er í løgtinginum fyri, at føroyingar skulu fáa danskt CPR-nummar

Føroyingar, sum vilja hava danskt CPR-nummar, fáa tað.

Tað tykist greitt eftir fyrstu viðgerð av ríkislógartilmælinum í løgtinginum fyrrapartin.

Allir flokkar uttan Tjóðveldi søgdu seg taka undir við uppskotinum frá landsstýrinum. Onkur ivamál vóru, men tey skulu loysast í rættarnevndini, sum nú fer at viðgera uppskotið.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi, var ikki nøgd við uppskotið.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur lagt ríkislógartilmælið fyri løgtingið, segði seg ikki vera í iva um teir fyrimunir, sum danska CPR-nummarið gevur føroyingum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444