Vilja hava kjak um súkkling í Eysturoyartunlinum

20.12.2020 - 14:49
Innlendis
Vilja hava kjak um súkkling í Eysturoyartunlinum
Tað kostaði 700 krónur í bót og eitt álvarsligt prát við løgregluna at vera farnir ein súkklutúr í Eysturoyartunlinum
Teir tríggir súkklarnir Bárður Ljósheim, Eyvind Akraberg Hansen og Jákup Petur Eliassen.
Mynd: Privat  

Tað er ikki loyt at súkkla í Eysturoyartunlinum.

Jákup Petur Eliassen og hinir súkklararnir vistu væl, at tað ikki er loyvt at súkkla í Eysturoyartunlinum. Men teir fóru kortini túrin. Ein orsøk var forvitni, men ein onnur orsøk var, at teir fegnir vilja hava kjak í lag um møguleikan at súkkla í tunlinum.

Tað er loyvt at súkkla í øllum øðrum tunlunum í Føroyum.

Jákup Petur Eliassen ásannar, at tað er ein ávísur vandi við at súkkla í tunlum, men hann vísir samstundis á, at tað kann vera tryggari at súkla í einum tunli enn úti á vegnum.

Tað er longdin á Eysturoyartunlinum, sum ger, at tað ikki er loyvt at súkkla í tunlinum. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318