Navalnyj lumpaði fregnartænastuna

22.12.2020 - 18:02
Útheimurin
Navalnyj lumpaði fregnartænastuna
Russiski andstøðingurin segði seg vera ein annar, og fekk váttað, at hann varð eitraður
Aleksej Navalnyj segði seg vera ein annar, og fekk váttað, at russiska løgreglan eitraði seg

Russiska trygdartænastan, FSB, varð lumpað, tá andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, ringdi til ein av agentunum, sum royndi at drepa seg.

Navalnyj ringdi til FSB-agentin, Konstantin Kudrjavstev, og gav seg út fyri at vera ein annar. Har fekk hann váttað, at FSB hevði roynt at eitrað seg.

Alexey Navalny legði telefonsamrøðuna út á Twitter.

Stjórnin svarar aftur

Talsmaður hjá russisku stjórnini, Dmitry Peskov, vísti aftur frásøgnin hjá Navalny, í heldur óvanligari og hvassorðaðari viðmerking, skrivar The Guardian.

Hann segði í dag, at tað er púra greitt, at Navalny hevur eltingarørsku, - at hann er vísur í at onkur er eftir sær.
Peskov segði eisini, at Navalny roynir at samanbera seg við Jesus, og at hann hevur eina Freudiska fasinatión av sínum undirlívið.

Hoyr ljóðið í útrvarpsinnslagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858