Edvard byggir sín egna plátuspælara

15.01.2021 - 19:41
InnlendisTøkni
Edvard byggir sín egna plátuspælara
Hann kemur at ljóða gott, spurningurin er bara hvussu gott
Edvard í kjallaranum. Til vinstru sæst plátuspælarin, hann er í ferð við at byggja. Í hondunum heldur hann armin til plátuspælaran.
Mynd: Leivur Thomsen  

Edvard Nyholm Debess er ein maður við mongum talentum. Og hann hevur nógv jørn í eldinum. Honum dámar væl at stákast í kjallaranum, hann hann hevur verkstað og myrkakamar til at framkalla myndir í. Nú er Edvard farin í holt við at byggja sín egna plátuspælara. Edvard lovar, at hann kemur at ljóða gott - spurningurin er bara hvussu gott. Avbjóðingin er at fáa signalið reint uttan vibratión. Men um tað verður ov reint, verður tað kanska ikki so gott. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Edvardi fyri at fregnast um arbeiðið. Tá plátuspælarin er liðugur, fer Vikuskiftissendingin aftur á gátt hjá Edvardi at sígga og - ikki minst - hoyra úrslitið. Hoyr Edvard greiða frá arbeiðnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444