Magn til sølu

16.01.2021 - 16:32
InnlendisVinna
Magn til sølu
Virksemið hjá felagnum hóskar ikki inn í áhugamálini hjá íslendsku eigarunum

Tað er íslendska oljufelagið, Skeljungur, ið eigur allan partapeningin í Magn. Íslendska felagið hevur verið fyri broytingum, sum nú helst fara at raka dótturfelagið í Føroyum.

Jens Meinhard Rasmussen er nevndarformaður í føroyska felagnum. Hann hevur ikki fingið nakað beinleiðis at vita um orsøkina til broytingarnar í Føroyum.

Umframt at hava bensinstøðir, kioskvirksemi og at selja olju til húsarhald og skip, so hevur Magn eisini førkað seg inn inn á grøna orkuskiftið. Magn hevur keypt meirlutan í Demic og bjóðar gjøgnum hesa fyritøkuna húsarhaldum at leggja um til grøna orku. Harumframt hevur Magn eisini hildið seg framat, tá vindmylluútboð hava verið. Saman við ørðum vann Magn útboðið at seta seks vindmyllur upp í Flatnahaga í Suðurstreymoy.

Jens Meinhard Rasmussen heldur, at hetta kanska kann vera ein orsøk til, at íslendsku eigararnir nú vilja sleppa sær av við fyritøkuna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902