Aftra seg við at lesa í Bretlandi

27.01.2021 - 09:01
InnlendisSamfelag
Aftra seg við at lesa í Bretlandi
Brexit hevur við sær, at skúlagjaldið hækkar munandi
Benjamin Rajani lesur sálarfrøði í Manchester. Tá hann fer undir masterútbúgvingina, hækkar skúlagjaldið munandi

Tað er ikki óhugsandi, at føroyingar fara at aftra seg við at lesa í Bretlandi.

Brexit hevur við sær, at eftir summarfrítíðina verður munandi dýrari at lesa har.

Í løtuni kann Studni í mesta lagi lata 80.000 krónur um árið í skúlagjaldi.

Vanliga hava føroyingar í Bretlandi verið bólkaðir sum "heimalesandi", á jøvnum føti við bretar annars.

Skúlagjaldið fyri hendan bólkin er umleið 80.000 krónu rum árið. Men hetta verður nú broytt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216