Plátuspælarin er liðugur!

05.02.2021 - 17:01
Lívsstílur
Plátuspælarin er liðugur!
Edvard hevur sett hann til í stovuni, og ein pláta melur, meðan hann stákast í køkinum
Edvard við sínum heimagjørda plátuspælara
Mynd: Leivur Thomsen  

Fyri trimum vikum síðani vitjaði Vikuskiftissendingin Edvard Nyholm Debess, sum var farin undir at byggja ein plátuspælara. Nú er plátuspælarin liðugur, og Vikuskiftissendingin fór at fregnast. Undir nálini snurrar Pat Metheny Trio, meðan Edvard stákast í køkinum. Hann tekur eina pausu frá chilirættinum, hann er í ferð við at gera, og vit fara at tosa um úrslitið, hvørt plátuspælarin nú livir upp til vónirnar. Og tað ger hann. Ikki tí, ongin plátuspælari er fullkomin, ein klangur er vist nokk har, sum Edvard heldur ikki skal vera, men sum heild er Edvard stak væl nøgdur við úrslitið.

Vit lurta eftir fleiri plátum, m.a. eini serligari testplátu, sum Edvard hevur at máta ljóð við. So leggur Edvard plátuna Nightfly við Donald Fagen á. Hendan plátan er tiltikið væl framleidd, og bæði undirritaði og Edvard sjálvur halda, at smálutir í tónleikinum, man ikki hevði hoyrt áður, nú koma fram. Hoyr prátið her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031