Loysa fyrsta flagið fyri tunlum

07.02.2021 - 15:35
Innlendis›Samfelag
Loysa fyrsta flagið fyri tunlum
Í morgin verður fyrsta flagið loyst í sambandi við tunlar Norður um Fjall. Stjórin á landsverki fegnast
Myndin er tikin av Klakkinum í dag. Reyði bletturin er har, nýggja farleiðin byrjar
Mynd: Pól Sundskarð  

- Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, dagin fyri hátíðarhaldið, sum verður í Ánunum í morgin.

Hann fer sjálvur at bjóða at vælkomin á staðnum. Síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at bera fram røðu og loysa fyrsta flagið.

Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.

Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.

Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.

Arbeiðið er mett at taka umleið fýra ár treytað av, at játtan verður til arbeiðið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037