Eingin radari uttan fulla semju við føroyingar

10.02.2021 - 16:39
InnlendisPolitikkur
Eingin radari uttan fulla semju við føroyingar
Løgmaður svaraði einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, um hernaðarmál í tinginum í dag
390 milliónir kr. skulu brúkast til nýggjan radara á Sornfelli. Hann er liður í ætlanini at styrkja donsku verjuna í Arktis

Tíðindini um, at flokkar í fólkatinginum hava gjørt semju um at brúka 390 milliónir kr. til ein radara á Sornfelli, í sambandi við ætlanina ætlanini at styrkja verjuna í Arktis, hevur fingið øði í Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.

Tá munnligir fyrispurningar vóru í tinginum í dag, setti Høgni Hoydal løgmanni ein spurning um hernaðarmál. Hann spurdi eisini um radaran.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, svaraði, at eingin radari veðrur sett upp í Føroyum uttan í fullari semju við føroyingar.

- At verjumálaráðharrin hevur gjørt semju við flokkar í fólkatinginum um málið, fái eg ikki gjørt so nógv við, segði løgmaður.

Hoyr Høgna Hoydal og Bárð á Steig Nielsen í innslagnum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756