SSL-leiðslan meldað til løgregluna

23.02.2021 - 20:56
Innlendis›112
SSL-leiðslan meldað til løgregluna
Leiðslan í SSL setir lív og heilsu hjá fólki í váða, og tí er hon meldað til løgregluna, sigur Maud Wang Hansen úr Nólsoy.

Maud Wang Hansen úr Nólsoy vildi ikki sita hendur í favn longur, tá tað enn einaferð var galið umborð á Erlu Kongsdóttir í gjáramorgunin.  

- Eg ringi til løgregluna eftir tilburðin í gjáramorgunin og boðaði henni frá, at eg helt ikki, at leiðslan í SSL tók ábyrgd fyri ferðafólkunum umborð á Erlu Konsdóttir, greiðir Maud Wang Hansen frá.

Maud Wang Hansen vísir á, at eingin frágreiðing er skrivað eftir fyrra tilburðin umborð á Erlu Kongsdóttir, tá fleiri rútar brotnaðu, og skipið átti ikki at verið sett aftur í sigling, fyri enn ein endaliga frágreiðing var liðug. 

Tað er ikki í ordan, at SSL-leiðslan setir Erlu Kongsdóttir aftur í sigling uttan at vita, hvat er galið við skipinum. 

- Eg kann ikki sita hendur í favn longur og hyggja at, tí fólk fáa sálarligt mein av bæði hendingunum og støðuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961