Góðan morgun Føroyar

Fuglafjarðar sløkkilið 50 ár
01-03-2021
22. februar, 1971, varð Fuglafjarðar sløkkilið sett á stovn

Í samband við føðingardagin, gav sløkkiliðið skriv út um søgu felagsins:

Í dag eru tað 50 ár síðani at Fuglafjarðar sløkkilið varð sett á stovn.

Hóast vit í øldir hava verið rakt av smærri og størri eldsbrunum, eisini her í Fuglafirði, so var tað at kalla bara í Tórshavn og í Klaksvík, at tey, fyri fimti árum síðani, høvdu eitt skipað sløkkilið. Eitt sindur av sløkki útgerð var tó í bygdini nøkur ár áðrenn sløkkiliðið bleiv sett á stovn. Eitt nú kann nevnast, at ein brandpumpa stóð í smiðjuni hjá Alex, sum stóð tætt við Bókasavnið, í lundini sum nú er har.

Inni har stóð ein gomul brandpumpa, nakað av slangum og onkur amboð, annað var ikki. Smiðjumaðurin, Jóhannes Øregaard o.a. høvdu uppgávuna, at halda pumpuna í standi, og at starta hana einaferð um vikuna.

Tað var ikki fyrr enn eldur kom í húsini hjá Olla og Kristinu Samuelsen, at meira útgerð bleiv keypt, so sum ein nýggj brandpumpa og slangur og onnur sløkki útgerð.

Nevndu húsini á horninum yvir av hjá Ismari Joensen, brunnu at kalla í grund, og tá var tað, at nakrir menn stungu høvdini saman, fyri at seta eitt sløkkilið á stovn.

Stovningardagurin bleiv so hin 22. Februar 1971, fyri júst 50 árum síðani.

Teir fyrstu sløkkiliðsmenninir í Fuglafirði vóru:

Tórhallur Andreasen
Bjarni Eliasen
Petur Halgadal
Hanus Hansen
Martin E. Hansen
Sveinbjørn Hansen
Gordon M. Petersen
Marius Petersen
Símun Pauli Poulsen
Sigfríður Vørhamar
Kári Zachariasen
Johannus Øregård.

Farna 50 ára skeið er nógv broytt til tað betra. Sløkkiliðið er enn í Fuglafirði, og nú eru 15 mans knýttir at brandliðnum, og leiðarin er í føstum starvi. Útgerðin er sanniliga nógv betrað hesi mongu ár. Frá at hava eina pumpu í bygdini, hava vit nú eina frálíka brandstøð, fimm bilar, ein bát og ein hóp av neyðugari og framkomnari útgerð.

Fuglafjarðar sløkkilið hevur í dag sera gott og tætt samstarv við grannakommunurnar.

Vit vilja at enda takka øllum borgarum fyri, at tit taka so væl í móti okkum, tá vit koma út til ymiskar uppgávur, og við hesum reglum ynskja okkum øllum tillukku við hesum 50 árunum.

Morgunsendingin vitjaði Fuglafjarðar sløkkilið. Innslagið kann hoyrast omanfyri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024