- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Í 1950 keypur Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik bretskan minusópara, ið fær navnið Sigmundur. Og vit skifta orð við Álvur Danielsen um eitt nú mjólkabátarnar Green Dolphin og Sigmund.
Eisini sigur nólsoyingurin Sune Hansen okkum um, hvussu tað var at ferðast úr Nólsoy í Sundalagið í fimmti- og sekstiárunum.
Vit tosa eisini við við Eigil Lyngsøe, ið sum barberur hitti nógv fólk, ið ferðaðust til Havnar. Eigil Lyngsøe kom til Føroyar í 1957.
Føroyska samferðslusøgan fevnir ikki bara um post-, farma- og ferðafólkaflutning, men eisini um serflutning av ymiskum slag. Og í 1951 fer handilspartafelagið Esso undir innanoyggja oljuflutning við tangabátinum Esso Søldarfjørð, ið kemur á Havnina á fyrsta sinni 1. august 1951.
Í 1950-árunum fer Føroya Bjór eisini undir sigling við egnum skipi. Jógvan Ravnsfjall sigur okkum søguna um tey trý skipini, sum bóru navnið Føroya Bjór, og Karl Isaksen, ið var skipari á teimum báðum fyrstu Føroya Bjór bátunum, sigur okkum um hvussu tað var at sigla við øli og sodavatni um landið.
Fyrsta bergholið í Føroyum varð kanska gjørt í Tingdhólmi. Ólavur Guttesen sigur okkum um eitt nú hví ein tunnil varð gjørdur í Tindhólmi.
Tú kanst hoyra sendingina her!