- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður graslíkið skift
23.04.2021 - 18:01
Innlendis›Samfelag
Nú verður graslíkið skift
Nógv rumbul hevur verið um graslíkið á ovara vølli í Gundadali, og í løtuni spæla havnarfeløgini sínar heimadystir á Tórsvølli
Í næsta mánaði verður nógv umrødda graslíkið á ovara vølli í Gundadali skift.
Enn er støða ikki tikin til, um Tórshavnar kommuna fer at reisa endurgjaldskrav móti fyritøkuni, Laiderz Aps, sum veitti kommununi graslíkið.
Nógv rumbul hevur verið um graslíkið á ovara vølli í Gundadali, og í løtuni spæla havnarfeløgini sínar heimadystir á Tórsvølli, sum varð lagt á í fjør.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Annfinn Brekkstein er formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV