Taks gjørdi skjótt av

08.05.2021 - 10:15
InnlendisPengar
Taks gjørdi skjótt av
Taks gjørdi skjótt av, tá ið Samherji rindaði tær 17 milliónirnar aftur til Taks, sum felagið hevði fingið á óreguligan hátt gjøgnum FAS skipanina
Eyðun Mørkøre gjørdi skjótt av, tá ið pengarnir komu inn á kontuna

Taks gjørdi skjótt av, tá ið Samherji rindaði tær 17 milliónirnar aftur til Taks, sum felagið hevði fingið á óreguligan hátt gjøgnum FAS skipanina, og meldaði málið til løgregluna at kanna. Men málið er óvanligt, og Taks hevur enn ikki tikið støðu til, hvussu tey skulu fyrihalda seg til pengarnar, sum ikki hoyra heima í Føroyum. Namibiski fjølmiðilin, The Namibian, hevði hetta málið á forsíðuni á blaðnum fyrr í vikuni. Í samrøðu við the Namibian siga namibiskir skattamyndugleikar, at tey kunnu ikki viðmerkja tað ítøkiliga málið orsaka av tagnarskyldu, víðari verður greitt frá, at royndin at snýta í skatti hevur høgar bøtur við sær - upp í tríggjar ferðir upphæddina, sum roynt verður at snýta fyri. 

Namibia 
Í samrøðu við blaðið sigur formaðurin í namibiska stovninum fyri maritimar stýrimenn og shipping vinnuna, Philip Iwete, at møguleikin hjá útlendskum skipum við útlendskari mannng at snýta Namibia fyri skatt, er stórur, og verður nógv sæddur í vinnuni. Orsøkin er, at útlendskar manningar verða løntar gjøgnum útlendsk manningarfeløg, sum ofta sjálvi skipa skattasvik móti namibiska statskassanum. Umframt tað er ein orsøk, at lønin hjá útlendsku monnunum fer ikki á kontu í namibiskum bankum, men hinvegin gjøgnum bankar í londum, har manningin verður lønt. 

Eyðun Mørkøre er stjóri í Taks. Hann segði soleiðis í útvarpstíðinunum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860