Krevja endurgjald, tí loyvið er tikið aftur

26.05.2021 - 13:34
InnlendisSamfelag
Krevja endurgjald, tí loyvið er tikið aftur
Vága kommuna tók loyvið aftur, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan mælti frá
Festivalurin skuldi vera á Leitisvatni. Nú fer festivalurin at krevja endurgjald frá Vága kommunu

Elektro-festivalurin fer at krevja Vága kommunu eftir endurgjaldi, nú kommunan tók loyvið aftur, sum festivalurin hevði fingið.

Festivalurin skuldi vera við Gróthústanga, haðani drekkivatnið til nærum allar borgararnar í Miðvági, Sandavági og Vatnsoyrum verður tikið úr Leitisvatni.

Á eykabýráðsfundi 17. mai tóku allir 11 býráðslimirnir í Vága kommunu undir við at taka loyvið aftur.

Hoyr Bjørk Sjóklett, sum skipar fyri festivalinum, í útvarpstíðindunum.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, váttar í dag, at býráðið hevur fingið skriv frá sakførara, har teir verða spurdir um at broyta býráðsavgerðina, soleiðis at festivalurin kann fáa loyvið aftur.

Bjarni Prior sigur, at kommunan ætlar ikki at broyta nakra avgerð.

Hann vísir á, at kommunan má lurta eftir serfrøðini, sum í hesum føri er Heilsufrøðiliga starvsstovan, og tí varð loyvið tikið aftur.
 

Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205