Niels hevur fingið nýggjan Gibson gittara

28.05.2021 - 18:25
ListTónleikur
Niels hevur fingið nýggjan Gibson gittara
Hin eyðkendi Fender Telecastarin við nógvu klistrimerkjunum liggur nú pakkaður niður í kjallaranum
Niels við sínum kæra Gibson Firebird
Mynd: Leivur Thomsen  

Niles Galan hevur eftirhondini spælt tónleik í ein mansaldur. Fyrsta útgávan, Viva la Republica, hjá bólkinum 200, har Niels er oddamaður, kom út í 2001, og síðani er tað blivið til seks útgávur.

Tann seinasta, Reytt pass, kom út í 2016, og nú er upp á tíðina, at 200 fara í upptøkuhøli aftur, heldur Niels - uttan at koma nærri inn á, nær tað ítøkiliga verður. Sum skilst á lagnum, kann tað verða knappiliga og spontant.

Vit práta í innslagnum um tónleik og sjálvandi eisini gittarar, sum er passiónin hjá Niels. Hann hevur júst keypt sær ein lekkran Gibson Firebird. Nú er hesin blivin høvuðsgittarin, og harvið myndar hann ljóðið hjá 200.

Tann væl kendi punkuti telecastarin frá 1977 við øllum klistrimerkjunum, sum Niels einaferð keypti fyri 3000 krónur frá einum suðuroyingi, liggur nú í kjallaranum og savnar dust. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá punkaranum á Tinghúsvegnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843