Søguliga makrelkvotan koma øllum til góðar

12.06.2021 - 11:56
InnlendisPengar
Søguliga makrelkvotan koma øllum til góðar
Søguliga høga makrelkvotan eigur at koma øllum landinum til góðar, heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur

Søguliga høga makrelkvotan eigur at koma øllum landinum til góðar, heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur. Í síðstu viku gjørdist greitt, at eingin felags semja fæst millum londini í Norðuratlantshavi um makrelfiskiskapin í ár, tí hevur Føroyar ásett sær sína egnu kvotu, sum verður heili 167.000 tons. 

Tað eru 60.000 tons meira enn føroyska heildarkvotan í fjør.

- Sandoyggin, Norðstreymoy og Suðurstreymoy eiga at fáa størri lut í tilfeinginum, sigur sandoyartingmaðurin fyri Tjóðveldi.

Jógvan Skeel Nolsøe tosaði við Páll á Reynatúgvu. 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444