Stúrir fyri avleiðingunum av verkfallinum

14.06.2021 - 16:12
InnlendisSamfelag
Stúrir fyri avleiðingunum av verkfallinum
Mamma at soni við serligum tørvi minnist aftur á seinasta verkfallið hjá Pedagogfelagnum, sum var ein hørð tíð
Sonur Aimi Justinussen býr á einum stovni undir Almannaverkinum

- Eg siti við eini øgiligari stúran og ótta.

Tað sigur Aimi Justinussen, sum er mamma at einum barni við serligum tørvi.

Sonur hennara hevur autismu og býr á einum stovni undir Almannaverkinum.

Fyri hann er tað sera týdningarmikið, at gerandisdagurin ikki broytist stórvegis, men eitt verkfall hevur nógvar broytingar við sær. Eisini fyri Almannaverkið, sum í gjár fekk boð um, at stovnurin bert fær 16 undantøk, hóast biðið varð um nærum 140 undantøk.

Aimi Justinussen og familjan minnast aftur á seinasta verkfallið hjá Pedagogfelagnum við stúran. Tað var ein hørð tíð - ikki bara fyri sonin - men fyri alla familjuna.

Hoyr samrøðu við Aimi Justinussen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444