G! festivalurin gongur ímóti koronatilmælunum

29.06.2021 - 12:53
InnlendisSamfelag
G! festivalurin gongur ímóti koronatilmælunum
Sigvør Laksá, G!-stjóri, dugir ikki at síggja nakran mun á at halda ólavsøku og G! festival. Tilmælini eru ógreið, og tí verður G!-festivalurin um tvær vikur
Sigvør Laksá, G!-stjóri, heldur ikki, at koronatilmælini eru nóg greið, tá tað ber til at halda ólavsøku men ikki G!
Mynd: Kaj Joensen  

"Vit eru ikki glað fyri, at arbeiða ímóti nøkur tilmælum, men tilmælini, sum eru í dag, eru ekstremt ógreið."

Soleiðis sigur Sigvør Laksá, G!-stjóri, nú gøtufólk ætla at halda G!-festivalin, hóast almennu koronatilmælini mæla frá hesum.

Sigvør Laksá heldur, at tað er undarligt, at myndugleikarnir mæla til at halda eina vanliga ólavsøku, sum er nógv størri enn G!-festivalurin.

Hoyr samrøðuna, ið Kaj Joensen gjørdi við Sigvør Laksá í útvarpstíðindunum á middegi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815