Vilja sleppa at brúka sínar førleikar

10.07.2021 - 18:34
Innlendis›Samfelag
Vilja sleppa at brúka sínar førleikar
Sjúkrarøktarfrøðingar úr Filipsoyggjum vilja sleppa til arbeiðis. Men donsk løggilding má innførast í Føroyum, fyri at útbúgvingin úr Filipsoyggjum kann góðkennast

15 sjúkrarøktarfrøðingar, útbúnir á Filipsoyggjum, búgva í Føroyum.

Teir vilja arbeiða, men hava ikki møguleika at sleppa framat føroyska arbeiðsmarknaðinum innan sítt øki - eisini hóast stórur mangul er upp á heilsustarvsfólk.

Til tess at virka sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum krevst ein løggilding. Heilsuøkið er danskt málsøki, so løggildingin kemur frá donsku heilsumyndugleikunum. Og tað hevur riggað væl at fingið teir báðar sjúkrarøktarfrøðingarnar løggildar, sum í dag kunnu arbeiða við fakinum í Føroyum.

Hesir 15 sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tikið støðuna upp við Fróðskaparsetur Føroya og við Tórshavnar kommunu, og vóna at sleppa framat arbeiðsmarknaðinum sum skjótast.

Tveir av sjúkrarøktarfrøðingunum eru Manylin Jacobsen og Manylin Juul.

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334