Landslæknin: "Støðan er álvarslig"

12.07.2021 - 12:46
InnlendisHeilsa
Landslæknin: "Støðan er álvarslig"
Koronusmittan hevur av álvara tikið dik á seg í Føroyum seinastu dagarnar. Heili 92 tilburðir eru staðfestir síðani 1. juli
Landslæknin er ørkymlaður við smittustøðuna í landinum beint nú
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Støðan er álvarslig.

So greiður er boðskapurin frá Lars Fodgaard Møller, landslækna, nú 92 koronatilburðir eru staðfestir síðani 1. juli.

Bara í gjár vórðu 23 staðfest smittað. 

 

Koppseting einasta vápnið

Lars Fodgaard Møller heitir nú enn einaferð á føroyingar um at lata seg koppseta ímóti covid-19. Tað ger hann eftir seinasta útbrotið við Delta frábrigdinum.

"Vit hava ríkiligt av vaksinu, og okkara einasta vápn ímóti covid-19 er at koppseta fólk," sigur Latrs Fodgaard Møller.

"Fáa vit fólkið koppsett, kunnu vit fáa okkara vanliga lív aftur. Skjótari vit fáa flokkimmunitet, minni verður møguleikin fyri størri útbrotum, og so kunnu vit fáa eitt vanligt samfelag aftur. Tí vil eg heita á fólk um at lata seg koppseta sum skjótast," sigur hann.

Higartil eru sløk 46 prosent av føroyingum liðugt koppsettir. 61 prosent hava fingið fyrra prikið. Samanlagt eru sløk 57.000 prik givin, og Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju ímóti covid-19 í Føroyum. 

Hoyr samrøðuna við Lars Fodgaard Møller, sum var gestur í útvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459